Ætla at reisa misálit á donsku stjórnina

Ætla at reisa misálit á donsku stjórnina
Konservativi fólkaflokkurin á fólkatingi ætlar at reisa misálit á stjórnina hjá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra.
Konservativi fólkaflokkurin ætlar at reisa misálit á stjórnina hjá Helle Thorning-Schmidt.
 
19.03.2014 - 14:25

Konservativi fólkaflokkurin á fólkatingi ætlar at reisa misálit á stjórnina hjá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, eydnast tað at fáa meiriluta fyri einum uppskoti, sum noyðir stjórnina at fylgja danskari lóg um, hvør skal fáa barnakekk.

Sambært lógini ber ikki til at fáa barnakekk, fyrr enn enn ávís tíð er frálíðin, men hetta er brot á ES-rættin, siga løgfrøðingar.

Tað heldur stjórnin eisini, sum ætlar at laga lógina til ES-reglurnar. Tað merkir, at ES-borgarar, sum arbeiða í Danmark, hava rætt til barnakekk frá fyrsta degi. 

Málið kemur til viðgerðar i fólkatinginum 3. apríl. 

Brian Mikkelsen í Konservativa flokkinum sigur, at verður meiriluti ímóti uppskotinum frá stjórnini, er tað at meta sum misálit.

- Tí vænti eg, at flokkarnir, sum eru í meirilutanum, eru til reiðar at fella stjórnina, sigur Brian Mikkelsen.

Og líkt er til, at meiriluti er fyri uppskotinum til samtyktar frá Konservativa flokkinum. 

Bæði Vinstraflokkurin og Eindarlistin, sum er parlamentariska grundarlagið undir stjórnini, siga, at teir fara at atkvøða fyri uppskotinum hjá teimum konservativu, kemur stjórnin ikki við einum uppskoti, sum forðar fyri, at danskar vælferðartænastur fara av landinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290