- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutilbúgvingin skal styrkjast

Ein arbeiðsbólkur skal lýsa heilsutilbúgvingina í Føroyum og koma við tilmælum um, hvussu hon kann styrkjast.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sett arbeiðsbólkin.
Arbeiðsbólkurin skal millum annað lýsa verandi tilbúgvingarætlanir, tørvin á heilivági, verndarútgerð og øðrum neyðugum veitingum, umframt hvørjir sjúklingabólkar og heilsutænastur eru serliga viðbrekin.
Ábyrgdarbýti
Harumframt skal bólkurin hyggja at ábyrgdarbýtinum millum myndugleikar, sjúklingaflutning, alternativar veitingarloysnir og møguligar samstarvsavtalur við onnur lond.
Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Heilsu- og Orkumálaráðið, Heilsustýrið, Sjúkrahúsverkið, Heilsutrygd og kommunulæknar, Apoteksverkið, eldraøkið og Kommunufelagið.
Bólkurin skal handa landsstýriskvinnuni eina lýsing av økinum og tilmæli 1. mai næsta ár.






















