FMR ivasamt um alment partafelag

FMR ivasamt um alment partafelag
Fíggjarmálaráðið ivast í ætlanini at gera Ferðaráðið til alment partafelag, men hetta er frægari enn onkur onnur óroynd skipan, heldur ráðið
Støðan hjá umskipaða Ferðaráðnum verður mest at líkna við hana hjá P/F Fiskaaling, ið fær studning úr landskassanum, men hvørki hevur vinnuligt endamál ella virksemi, sigur Fíggjarmálaráðið, sum tó tekur undir við ætlanini
 
26.03.2014 - 11:00

Hóast sakligar grundgevingar eru ímóti, stuðlar Fíggjarmálaráðið ætlanini hjá Vinnumálaráðnum at umskipa Ferðaráðið til almenna partafelagið Visit Faroe Islands.

Heldur tað enn onkra óroynda serskipan, sum hevði ført til óvissu um tilknýtið til landsroknskapin ella fíggjarlógina, heldur ráðið.

Men Fíggjarmálaráðið er ikki fegið um ætlanina at gera Ferðaráðið til alment partafelag. 

Tað skilst á hoyringarskrivinum frá Fíggjarmálaráðnum um lógaruppskotið um Visit Faroe Islands.

Fíggjarmálaráðið heldur, at virksemið hjá Ferðaráðnum er av slíkum slagi, at tað kann rekast við játtan í fíggjarlógini.

Tað er ikki neyðugt at stovna alment partafelag. 

Støðan hjá umskipaða Ferðaráðnum verður mest at líkna við støðuna hjá P/f Fiskaaling, sum fær stuðul til raksturin úr landskassanum, men ikki hevur vinnuligt endamál ella virksemi, sigur Fíggjarmálráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938