Mál um hash verðu roynt í landsrættinum

Mál um hash verðu roynt í landsrættinum
Tveir av teimum sjey dómunum hjá Føroya rætti um hashplantasjur verða royndir í Landsrættinum.
 
26.03.2014 - 09:12

Ákæruvaldið hevur appellerað ein dóm, og ein av teimum dømdu hevur skotið sín dóm inn fyri Landsrættin. Hann fekk 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava 17 skunkplantur.

Ákæruvaldið hevur sent Landsrættinum dómin, har ein maður 28.februar fekk átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Men mamma hansara varð frídømd fyri at hava hjálpt honum, tí maðurin hevði sínar skunkplantur í húsunum hjá mammuni.

Ákæruvaldið vil tó framvegis hava mammuna dømda, tí hon eigur húsini, har sonur hennara dyrkaði sínar ólógligu plantur. Og hon rindaði, um ikki allan, so ein part av streyminum, sum varð brúktur til at dyrka skunkplanturnar.

Og ákæruvaldið hevur ilt við at góðtaka avgerðina hjá Føroya rætti um, at tað ikki kann prógvast, at 219 hampfræ, sum maðurin hevði, skuldu brúkast til at dyrka fleiri skunkplantur. Tað varð maðurin frídømdur fyri í Føroya rætti tann 28.februar.

Tað er ikki ólógligt at eiga hampfræ. Men ákæruvaldið vil hava Landsrættin at døma mannin fyri at ætla at brúka hampfræini til at planta fleiri skunkplantur, og tað er ólógligt at dyrka skunkplantur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF