Undirsjóvartunlarnir yvirskot í 2013

Undirsjóvartunlarnir yvirskot í 2013
Báðir teir føroysku undirsjóvartunlarnir í Føroyum góvu yvirskot í 2013. Vágatunnilin kastaði tvífalt so nógv av sær sum Norðoyatunnilin í fjør
Báðir undirsjóvartunlarnir góvu yvirskot í 2013. Avlopið hjá Vágatunlinum var tvífalt so stórt í 2013 enn avlopið hjá Norðoyatunlinum
 
26.03.2014 - 10:09

Tað gongur væl hjá báðum undirsjóvartunlunum í Føroyum. Tó betri hjá P/f Vágatunlinum, enn tað ger hjá P/f Norðoyatunlinum, vísa roknskapirnir fyri 2013, skrivar tunnil.fo

Í fjør hevði P/f Vágatunnilin 5,6 milliónir krónur í avlopi, sammett við hálva millión árið fyri. Sostatt var avlopið hjá felagnum 5,1 millión størri í 2013 enn í 2012.

Ársúrslitið í P/f Norðoyatunlinum var í 2013 2,6 milliónir krónur, ið er 1,1 millión lakari enn í 2012, tá avlopið hjá felagnum var 3,7 milliónir krónur.

Norðoyatunnilin størri umsetning í 2013

Hóast avlopið í 2013 var størri hjá Vágatunlinum enn hjá Norðoyatunlinum, hevði Norðoyatunnilin 4,2 milliónir krónur meira í umsetningi í fjør enn Vágatunnilin.

620.072 akfør koyrdu gjøgnum Vágatunnilin í 2013, í miðal 1.697 akfør um samdøgrið. P/f Vágatunnilin hevði ein umsetning í 2013 uppá 21,2 milliónir krónur.

791.604 akfør koyrdu gjøgnum Norðoyatunnilin í 2013, í miðal 2.169 akfør um samdøgrið. P/f Norðoyatunnilin hevði ein umsetning uppá 25,4 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933