Nógv vilja lesa á Fróðskaparsetrinum

Nógv vilja lesa á Fróðskaparsetrinum
35 fleiri umsóknir eru eftir kvotu 2 í ár enn í fjør
 
27.03.2014 - 08:08

Stórur áhugi er fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum.

15. mars, tá evstamark var fyri at søkja eftir kvotu 2, hevði Fróðskaparsetrið fingið 159 umsóknir. Tað eru 35 umsóknir fleiri enn í fjør, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum, setur.fo. Kvota 2 er ætlað teimum umsøkjarum, ið ikki hava nóg gott miðaltal frá miðnámsskúla, ella sum hava onnur, javngóð prógv á sama stigi ella hægri

Umsøkjarar eftir kvotu 2 eru ofta fólk við fleiri starvsroyndum samanborið við tey, sum søkja eftir kvotu 1, sum í flestu førum nýliga hava lokið miðnámsskúlaprógv. Evstamark fyri at søkja um upptøku eftir kvotu 1 er 1. juli 2014. 

Fimtingur eftir kvotu 2

Fyri trimum árum síðani bar aftur til at søkja eftir kvotu 2, og síðani tá hevur umleið ein fimtingur av teimum lesandi á Setrinum verið innskrivaður eftir hesum leisti. Allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 14. juli, og umsøkjarin skal vátta fyri 4. august, hvørt hon ella hann tekur við lestrarplássinum. 

- Vit fegnast um nógvu umsóknirnar Hetta er greitt tekin um, at áhugin at lesa á Setrinum er vaksandi, og at tørvurin á einum sterkum Fróðskaparsetri gerst alsamt sjónligari, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á heimasíðuni setur.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358