Skal ikki góðkenna løn og setanarviðurskifti

Skal ikki góðkenna løn og setanarviðurskifti
Vinnumálaráðið skal ikki góðkenna avtalur og lønir hjá stjórum í partafeløgum, hóast landið eigur allan partapeningin
Posta er eitt av partafeløgunum, sum landið eigur allan partapeningin í
 
27.03.2014 - 10:31

Vinnumálaráðið skal ikki góðkenna lønarviðurskifti og setanarsáttmálar hjá stjórunum í almennu partafeløgunum, sum landið eigur og Vinnumálaráðið varðar av. Vinnumálaráðið varðar av partafeløgunum: Posta, Vága Floghavn, Føroya Tele, Fiskaaling, Atlantic og Lív.

Men hóast at landið eigur allan partapeningin í feløgunum, so koma setanarsáttmálar, fráfaringar-avtalur og lønir hjá stjórunum í hesum feløgum ikki til góðkenningar í Vinnumálaráðnum. Í roknskapinum hjá feløgunum skal standa, hvussu nógv er sett av til lønir til stjórnina, men tað er ikki útgreinað, hvat stjórin fær, og aðrar samsýningar, sum t.d. fráfaringaravtalur og bonus-avtalur, eru ikki útgreinaðar í roknskapinum. 

Ikki fevnd av innlitslógini

Og almenningurin kann ikki fáa innlit í hesi viðurskifti, tí partafeløg, sum tað almenna eigur, eru ikki fevnd av lógini um alment innlit. 

Útvarpið bað fyri seks døgum síðani um innlit í setanarviðurskiftini hjá stjórunum í partafeløgunum, sum Vinnumálaráðið varðar av. Men einki er at fáa innlit í, sigur Vinnumálaráðið í svari, sent útvarpinum í gjár. 

"Vinnumálaráðið skal ikki viðgera og taka støðu til stjóra-sáttmálar í almennum partafeløgum, og tí hevur Vinnumálaráðið einki tilfar um tað, sum útvarpið bað um, er svarið.

Kunnu vísa á misnøgd

Sambært Vinnumálaráðnum kunnu ráðið og landsstýrismaðurin í Vinnumálum gera vart við sína misnøgd á aðalfundi, og so kann nevndin gera av, um hon fer víðari við tí.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120