Neyðhjálp til Sýria

Neyðhjálp til Sýria
Reyða krossiur Føroyar fer undir eitt átak, sum skal varpa ljós á støðuna í Sýria.
 
30.03.2014 - 14:16

Kríggið í Sýria heldur fram, og líðingarnar vaksa í bæði vavi og ræðuleika. 

3000 sjálvboðin frá Altjóða Reyða krossi og sýriska Reyða Hálvmána royna sum frægast at hjálpa, men umstøðurnar verða lýstar at vera ræðuligar, og heili 34 av hjálparfólkunum hava latið lív, síðani kríggið brast á fyri trimum árum síðani.

Reyði krossur Føroya, sum í fjør savnaði pening saman til hjálpararbeiði í Sýria, fer nú undir aftur eitt átak, sum skal varpa ljós á sváru støðuna í landinum og fáa føroyingar at lata eitt oyra at hjálpa teimum neyðstøddu.

Felagsskapurin skrivar á heimasíðu sínari, at nærum helvtin av offrunum fyri krígnum eru børn, og at meira enn 9 milliónir fólk hava júst nú bráfeingis tørv á hjálp. Hesar milliónirnar eru flýddar undan bumbum og kríggi annars, men 6 og ein hálv millión eru framvegis stødd inni í sundurskrædda landinum,, har tey eru avbyrgd frá mati og øðrum grundleggjandi neyðsynjarvørum, sigur Reyði krossur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
Mono 4 - Fróði Løksagarð - 251126
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867