Skuldi komið til lands beinanveg

Skuldi komið til lands beinanveg
Sjóvinnustýrið skuldi givið Anitu siglingarbann eftir vanlukkuna, tá ein sjómaður lat lív, heldur Henrik Weihe Joensen, serfrøðingur í tilbúgving.
 
30.03.2014 - 12:01

"Vísandi til omanfyri nevnda mál um deyðsvanlukkuna umborð á garnaskipinum Anitu, vil undirritaði hervið koma við einari áheitan á Sjóvinnustýrið um, at Sjóvinnustýrið beinanvegin kunnar skiparan umborð á Anitu um, at skipið skal sigla heim til Føroya í einum kanningarendamáli og tí at sjófrágreiðing skal gerðast í málinum skjótast gjørligt. Hetta kann Sjóvinnustýrið gera sambært lóg um trygd á sjónum viðvíkjandi siglingarbanni", skrivar Henrik Weihe Joensen til Sjóvinnustýrið 20. februar. 

Henrik Weihe Joensen er ráðgevi innan trygd og tilbúgving, og hevur fyrr starvast sum tilbúgvingarstjóri og sum stjóri fyri MRCC/Tórshavnradio. 

Tað var 11. februar, at ein vanlukka hendi umborð á Anitu, sum hevði við sær, at ein indonesiskur sjómaður lat lív. Anita kom tó ikki til lands, og helt fram at seta gørn í slakar tvær vikur afturat.

Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, segði við fjølmiðlarnar, at hann helt ikki, at Sjóvinnustýrið hevði heimild til at biðja skiparan á Anitu um at sigla heim orsakað av deyðsvanlukkuni. Hans Jóhannus á Brúgv helt ikki, at tað var ov lang tíð, at skipið helt á at fiska í tvær vikur aftaná vanlukkuna.

Men hetta var ikki ein røtt avgerð, sambært Henrik Weihe Joensen. 

Kapittul 7 § 33 í lóg um trygd á sjónum er soljóðandi:
"Sjóvinnustýrið kann seta skipi siglingarbann, er tað fongt við brekum, ella eru aðrar umstøður, ið kunnu seta lív ella heilsu hjá teimum, ið eru umborð, í vanda." 

"Eg meti, at § 33 omanfyri heimilar Sjóvinnustýrinum, at seta Anitu siglingarbann", skrivar Henrik Weihe Joensen í telduposti til Sjóvinnustýrið.

Henrik Weihe Joensen metir eisini, at tað var týdningarmikið at fáa Anitu til lands, fyri at tryggja eitt dygdargott kanningararbeiði.

"Tá eitt álvarsligt óhapp er hent, har fólk eru deyð, er týdningarmikið, at ástaðið verður kannað skjótast gjørligt".

"Mannagongdin er, at virksemi, har óhappið er hent, steðgar beinanvegin, soleiðis at umstøðurnar á og nærhendis ástaðið kunnu kannast. Í hesum førinum sum við Anitu, tá skipið er til fiskiskap langt frá landi, so eigur virksemi at steðga skjótast til ber, í hesum førinum, at gørnini vera tikin inn og gjørt verður klárt at sigla til lands. Nýtt virksemi byrjar ikki aftur fyrrenn ástaðið er kannað liðugt", skrivar Henrik Weihe Joensen. 

"Hetta málið við Anitu ábyrgdar eisini føroyskar myndugleikar í einum altjóða høpi í og við, at føroysk reiðaríir seinnu árini eru farin at virka alt meira í altjóðu sjóvinnuni. Eitt skip er eitt arbeiðspláss, og starvsfólk umborð á skipum skulu ikki hava verri sømdir tá tað ræður um trygg arbeiðsviðurskifti og eftirkanning av arbeiðsóhappum enn starvsfólk á arbeiðsplássum á landi"

"Hetta kann sigast at vera eitt slag av einum prinsippmáli fyri eina sjóvinnutjóð sum Føroyar, at avvarðandi myndugleikar taka sína uppgávu upp á seg í einum álvarsmáli sum hesum, har talan er um deyðsfall, at seta neyðug tiltøk í verk - í hesum førinum siglingarbann - sum myndugleikin hevur fingið heimild frá løgtinginum til í lóg um trygd á sjónum".
"Eisini hevur hetta málið eisini eitt menniskjaligt perspektiv - eitt mist mannalív - og ein ógvuslig hending fyri sjófólkið umborð á Anitu, ið eru starvsfelagar hjá tí saknaða sjómanninum, og sum allarhelst hava tørv á eitt slag av einari sálarligari kreppuhjálp".

Skrivar Henrik Weihe Joensen til Sjóvinnustýrið í síni áheitan um at fáa Anitu til lands. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juli
Morgunlestur leygardagur 20. juli 2024
177838
Fríggjadag 19. juli
Morgunlestur fríggjadagur 19. juli 2024
177837
Hósdag 18. juli
RagnarRokk 18.juli 2024
176485
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016