Játtanarkarmarnir verða almennir í dag

Játtanarkarmarnir verða almennir í dag
Kringvarpið fer at stroyma beinleiðis frá tíðindafundinum í Fíggjarmálaráðnum. Útvarpið sendir eisini beinleiðis
 
31.03.2014 - 09:18

Játtanarkarmarnir eru støðið fyri fíggjarlógararbeiðinum í heyst. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við útvarpið í síðstu viku, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016, og tað fer at merkjast bæði við øktum inntøkuinntrivum og eisini skerjingum á útreiðslusíðuni.

Hann hevur kortini fyrr sagt, at tað verður ómetaliga trupult at fáa hallið burtur í 2016, millum annað, tí ávirkanin av skattaskipanini hevur ikki verið tann, sum roknað varð við.

Í fjør fýltist landsstýrismálanevndin á, at fíggjarkarmarnir frá landsstýrinum samsvaraðu ikki við sjálvt fíggjarlógaruppskotið, og nevndin gjørdi greitt, at hetta skal fáast í rættlag.

Kringvarpið sendir at stroyma beinleiðis her á heimasíðuni, og útvarpið sendir eisini frá tíðindafundinum í Fíggjarmálaráðnum klokkan 11. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558