Samráðingar byrja hesa vikuna

Samráðingar byrja hesa vikuna
Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini byrja hesa vikuna
 
03.04.2014 - 08:46

Sambært Vinnuhúsinum, sum umboðar Føroya arbeiðsgevarafelag, fer arbeiðsgevarafelagið og tey fimm arbeiðarafeløgini at handa hvørjum øðrum krøvini til sáttmálarnar partanna millum, nú teir ganga út 1. mai í ár. 

Tey fimm arbeiðarafeløgini eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Samráðingarnar eru týdningarmiklar og verða fylgdar við áhuga av øðrum fakfeløgum, tí tað eru hesar samráðingar, sum ofta leggja støðið fyri hini fakfeløgini, sum eisini skulu til at samráðast við arbeiðsgevarafelagið seinni í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
Mono 4 - Fróði Løksagarð - 251126
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867