- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avlurting uttan eykakostnað

- Um myndugleikarnir vilja hava betri avlurtingarútgerð, eiga teir at bera tann kostnaðin, sigur felagið í fráboðan.
Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á, at í síðstu viku kom ein ávaring frá landstýrismanninum í vinnumálum til fjarskiftisveitarar um, at lækka feløgini ikki prísirnar, so verður neyðugt við ítøkiligum inntrivum í tænastupartin.
Samstundis hevur landsstýrismaðurin eitt uppskot til viðgerðar um broyting í fjarskiftislógini, sum áleggur fjarskiftisveitarum fleirtals milliónir krónur í íløgum og rakstrarkostnaði til avlurtingarútgerð.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at uppskotið og ávaringin standa í greiðari andsøgn við hvørt annað.
Felagið sigur, at tað hongur ikki saman ta einu løtuna at krevja, at telefyritøkurnar keypa dýrar íløgur til avlurting, fyri so ta næstu løtuna at krevja, at hesi somu feløg lækka sínar prísir.
Løgreglan hevur ynskt betri møguleikar at avlurta. Hetta hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag onga almenna hugsan um, men kortini loyvir felagið sær at ivast í, um grundgevingin um betri trygd veruliga heldur, av tí at avlurting av internettelefoni als ikki er partur av ætlaðu broytingunum.
Út frá hesum andsagnum og ivamálum mæla arbeiðsgevararnir løgtinginum frá at samtykkja broytingarnar í fjarskiftislógini, og um løgtingið kortini ger tað, eigur rokningin at verða send politinum, sigur Arbeiðsgevarafelag Føroya.
























