- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj semingsroynd
Nýggj semingsroynd
Ein verulig semingsroynd verður eftir ætlan gjørd týsdagin í í sáttmálatrætuni millum Fíggjarmálaráðið og felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar

04.04.2014 - 14:28
Semingsmenninir hava fundast við partarnar hvør sær alla vikuna og sett seg inn í viðurskiftini, og fleiri fundir eru avtalaðir í dag, sigur Terje Sigurðsson.
Semingsstovnurin var boðsendur 24. mars, tá tað gjørdist greitt, at partarnir vóru ov langt frá hvørjum øðrum til at røkka semju. Sáttmálin gekk út í fjør. Men enn er málið ikki búgvið til eitt semingsuppskot ella eina semingsroynd. Tað verður tað týsdagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















