
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Neyðugt verður at hava vegin uttan fyri løgtingið stongdan fyri ferðslu fram til ársskiftið, nú umsitingarbygninginum hjá løgtinginum verður umvældur.
Partur av Tinghúsvegnum uttan fyri løgtingið skuldi vera stongdur til 20. november.
- Vit hava spurt Tórshavnar kommunu, um at leingja hesa freistina, sigur Johan Dahl, løgtingsformaður:
Løgtingsbygningurin verður umvældur uttan.
Bygningurin skal hava nýggjan klædning, eftir at partar av glasplátunum uttan brotnaðu.
Landsverk er byggiharri, og byggifyritøkan Kanjon stendur fyri arbeiðinum:
Arbeiðið at umvæla løgtingsbygningin verður liðugt tíðliga í juni næsta ár, sigur Johan Dahl.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen