Vilja hava serflokk fyri orðblind

Vilja hava serflokk fyri orðblind
Sankta Frans skúli í Havn hevur søkt Mentamálaráðið um at sleppa at gera ein serflokk fyri orðblind
 
04.04.2014 - 09:43

Sankta Frans skúli hevur seinastu tvey árini gjørt royndir við serundirvísingartímum fyri orðblind, men Selmar Jacobsen skúlastjóri kundi hugsað sær at gjørt meira enn bert serundirvísing nakrar tímar um vikuna.

- Vit ætla at leggja upp til, at tað skal vera ein orðblindaskúli, sum er allan dagin, og sum tveir lærarar taka sær av. Vit kundu hugsað okkum, at tað eru kanska 12 næmingar í flokkinum, sigur Selmar Jacobsen við skúlablaðið.

Sankta Frans Skúli hevur søkt Mentamálaráðið um at halda fram við verandi skipan eitt ár aftrat. Skúlin vil fáa størri vitan um økið, eitt nú við at lærarar hiðani fara til Danmarkar at vitja orðblindaskúla har og læra, hvussu tey gera. Endamálið er at vita, um tað ber til at reka skúlan í Føroyum nøkulunda á sama hátt.

Skúlastjórin hevur í øðrum lagi eisini søkt um at sleppa at stovna ein orðblindaflokk, sum skal halda til í Sankta Frans Skúla. Tankin er, at tilboðið tá skal vera til øll í kommununi.

- Eg vænti at fáa svar frá Mentamálaráðnum nú í apríl, sigur Selmar Jacobsen við skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Fríggjadag 4. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Tóra Trónd
212714
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572