Fyrsta stigið í fyrstu HM-undankappingini

Fyrsta stigið í fyrstu HM-undankappingini
A-landsliðið hjá kvinnum hevur í kvøld skrivað søgu á Tórsvølli. Tær hava í kvøld spælt javnt í móti Bosnia-Hersigovina
Rannvá Andreasen
 
05.04.2014 - 22:45
Bosnia Hersigovina kom á odda í 25 min. Màlið skoraði Melisa Hasanbegovic, eftir rótut spæl í egnum brotsteigi.
Rannvá Andreasen royndi at skalla bóltin burtur eftir royndina frá Melisu Hasanbegovic, men dómarin metti at bólturin hevði verið innanfyri mállinjuna.
Føroyska liðið mótmælti ikki avgerðina hjá dómarinum, sum í kvøld var Simona Ghisletta úr Sveis.
 
Í 78 min fekk Eyðvør Klakstein ein bólt úr vinstru síðu. Eyðvør stóð ódekkað uttanfyri brotsteigin hjá Bosnia-Hersigovina, og gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin í málið til 1-1.
Eitt sera gott mál frá ungu Eyðvør Klakstein.
Hetta var eisini fyrsta málið hjá henni á A-landsliðnum.
 
Teir síðstu minuttirnir vóru merktir av at bæði liðini royndu at fáa øll trý stigini í hús.
Liðskiparin Malena Josephsen var sera fegin um fyrsta stigið í fyrstu HM-undankappingini í søguni hjá føroyska landsliðnum hjá kvinnum. Hon var alt í alt nøgd við at fáa ta eina stigið, men sær longu fram til komandi dyst tann 10 apríl í móti Norður Írlandi.
 

Føroyska liðið:
Randi Wardum (M), Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen (L), Liljan av Fløtum Petersen, Fríðrunn Danielsen, Ansy Sevdal, Oddrún Danielsen, Laila Pætursdóttir ( 73 min Lìv Arge), Olga Kristina Hansen, Ásla Johannesen (67 min Eyðvør Klakstein), Rannvá  Andreasen.
 
Komandi dystur er hósdagin 10 apríl kl 19 á Tórsvølli.
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751