Lønin skilir partarnar í sattmálasamráðingum

Lønin skilir partarnar í sattmálasamráðingum
Á middegi fóru semingsmenninir undir sáttmálasamráðingar saman við Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Lønin og eftirlønin skilja partarnar, nú semingsmenn eru boðsendir, at fáa í lag nýggjan sáttmála millum Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: KvF  
 
08.04.2014 - 12:49

<p>- Vit fara nú undir samráðingarnar, og vit ætla at halda fram, til semja er funnin, sigur Terje Sigurðsson, annar av semingsmonnunum, ið skal tryggja sjúkrarøktingarfrøðingum nýggjan sáttmála.</p>

<p>21. mars boðsendi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar semingsmonnum, tí mett varð ikki, at partarnir komu til ein nýggjan sáttmála uttan semingsfólk.</p>

<p>Terje Sigurðsson vil ikki siga so nógv enn. Kortini váttar hann, at tað eru serliga lønin og eftirlønin hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum, ið skilir partarnar.</p>

<p>Hvørgin parturin, hvørki Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum ella felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, hevur boðað frá arbeiðssteðgi, tað er verkfalli ella verkbanni.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386