Nú fæst at vita hvør dálkaði Trongisvágsfjørð

Nú fæst at vita hvør dálkaði Trongisvágsfjørð
Í hesi vikuni væntar Tvøroyar kommuna at fáa greiðu á, hvør dálkaði Trongisvágsfjørð 25. september í fjør. Bótin verður úr 150.000 krónum
Í hesi vikuni verður helst greitt, hvør dálkaði Trongisvágsfjørð 25. september í fjør, væntar Tvøroyrar kommuna
Mynd: KvF

08.04.2014 - 17:30

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at kommunan í brævi frá Lindu Helsselberg á fútaskrivstovuni hevur fingið at vita, at svar kann væntast í hesi vikuni. Tvøroyrar kommuna hevur fleiri ferðir rykt eftir svari.

Nú, meira enn hálvt ár er liðið síðan oljulekan 25. september í fjør, veit Tvøroyrar kommuna framvegis ikki, hvør skal hava rokningina fyri uppruddingararbeiðið, sum kommunan í fyrsta umfari rindaði fyri.

Kristin Michelsen skilir ikki, at tað skal hava tikið so langa tíð hjá myndugleikunum at fáa staðfest, hvaðan oljan stavar. Bara tríggir møguleikar eru, tí bara trý skip kunnu hava likið oljuna.

Bótin verður úr 150.000 krónum

Royndir vórðu alt fyri eitt tiknar av oljuni, men rúm tíð gekk áðrenn hesar vórðu sendar av landinum til nærri greiningar, hóast tað tá, í september í fjør, varð sagt, at tað kundi taka upp í seks vikur at greina oljuroyndirnar.

Tað ber enn ikki til at geva nøkrum bót fyri oljudálkingina, ið hevur kostað kommununi fleiri hundrað túsund krónur, tí enn er ikki staðfest, hvør dálkaði Trongisvágsfjørð. Bótin er stór, tí fyri 500 litrar av olju er bótin 150.000 krónur, og hon er 250.000 krónur fyri 1.000 litrar.

Tað ber eisini til at geva skipum bót fyri ikki at boða frá oljudálking. Umhvørvisstovan hevur enn einki frætt frá politinum og veit tí ikki, hvussu verður við málinum um oljulekan á Trongisvágsfirði. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Lindu Hesselberg á fútaskrivstovuni nú fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084