- Tíðindi, mentan og ítróttur
Berlusconi er dømdur samfelagstænastu

Silvio Berlusconi, sleppur undan at fara í fongsul at sita dómin fyri skattasvik.
Í staðin skal hann gera samfelagstænastu í eitt ár. Tað hevur ein dómstólur avgjørt.
Berlusconi varð upprunaliga dømdur fýra ára fongsul fyri skattasvik í miðlafyritøkuni Mediaset.
Dómurin varð síðani broyttur til eitt ár, sambært eini lóg, sum vongurin hjá Berlusconi fekk samtykt í italska tinginum.
Og í dag varð dómurin so broyttur til samfelagstænastu.
Enn er ógreitt, hvørja samfelagstænastu 77 ára gamli ríkmaðurin skal gera.
Men advokatar hjá Silvio Berlusconi hava skotið upp fyri dómstólinum, at hann skal arbeiða við brekaðum fólki á einum nýggjum heimi, sum í næstum letur upp uttan fyri Milano.


























