Herurin fingið boð um at leggja uppí

Herurin fingið boð um at leggja uppí
Fyribilsstjórnin hevur í nátt og í morgun givið herinum í Ukraina boð um at steðga uppreistinum í býnum Donetsk í eystara parti av landinum.
Russiskt-sinnað uppreiðstrarfólk mótmæla í býnum Donetsk
 
15.04.2014 - 10:33

Tað líkist alsamt meira og meira einum borgarakríggi í Ukraina. 

Russiskt-sinnað uppreiðstrarfólk hava seinastu dagarnar hertikið fleiri stjórnarbygningar í býnum, og samanbrestir hava verið millum myndugleikar og mótmælisfólk. Sum skilst hava fleiri latið lív. 

Tað er virkandi forsetin í Ukraina, Oleksandr Turt-jynov, sum  sambært tíðindastovuni Interfax hevur givið herinum boð um at leggja uppí. 

Tað er enn ikki greitt í hvønn mun ukrainski herurin fer til verka í Donetsk, men ein mynd, sum BBC hevur almannakunngjørt, vísir í minsta lagi 7 stríðsvognar, sum í nátt stóðu einans 70 kilometrar burturfrá Donetsk. 

Ukrainski forsetin segði í gjár sambært russisku sjónvarpsrásini RT, at herurin verður sendur til Donetsk fyri at verja íbúgvarnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111