- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðstevna um javnstøðu

Ráðstevnan skal viðgera nógvar spurningar um javnstøðu, - millum annað, hvussu kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum og heima við hús ávirkar javnstøðuna, hví so fáir menn eru í umsorganarstørvum og lærarastørvum, og hví so fáir menn fara í barsilsfarloyvi.
Onnur evni eru, hví so nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð, hvør hevur ábyrgd av javnstøðuni á arbeiðsmarknaðinum og heima við hús, og hvussu arbeiðsmarknaðurin í útjaðaranum ávirkar javnstøðuna.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 27.mai. Dagin eftir verður skeið um kyn, politikk og javnstøðu, og har verður dentur lagdur á luttøkuna hjá kvinnum í politikki.
Norðurlandaráðið, íslendska Vælferðar-málaráðið, íslendski javnstøðumiðdepilin og Vinnumálaráðið í Føroyum skipa fyri ráðstevnuni.


























