Sara Olsvig stillar upp til formansvalið í IA

Sara Olsvig stillar upp til formansvalið í IA
Sara Olsvig, sum bæði er limur í grønlendska landstinginum og danska fólkatinginum, stillar upp til formansvalið í flokkinum.
 
15.04.2014 - 14:41

Kuupik Kleist, fyrrverandi landsstýrisformaður, boðaði herfyri frá, at hann leggur frá sær sum floksformaður.

Sara Olsvig sigur, at verður hon forkvinna í flokkinum, skal IA leggja dent á at fáa breiðar politiskar semjur á trimum økjum: vælferð, fiskivinnu og ráevnum.

- Hesi trý økini eru súlurnar undir menningini av Grønlandi, sigur Sara Olsvig.

Hon fer eisini at leggja dent á, at IA kann samstarva við aðrar flokkar, eisini teir, sum nú eru í samgongu. 

Fer at leggja frá sær, um hon verður vald

Funnist verður javnan at Saru Olsvig, tí hon situr bæði í landstinginum og fólkatinginum. 

Men verður hon vald til forkvinnu í IA á eykalandsfundinum 30. mai, leggur hon frá sær sum fólkatingskvinna í heyst, boðar Sara Olsvig frá í einum tíðindaskrivi.

Tá Kuupik Kleist um mánaðarskiftið boðaði frá, at hann leggur frá sær sum floksformaður, søgdu Sara Olsvig, Juliane Henningsen Aqqakuaq B. Egede, sum øll sita í starvsnevndini hjá IA, at tey umhugsaðu at stilla upp til formansvalið.

Síðani hevur Juliane Henningsen boðað frá, at hon stillar ikki upp. Juliane Henningsen hevur áður sitið í fólkatinginum fyri IA. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444