- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dekari heldur enn skipsatsstøðari

Skipsatstøðari. Eitt eftirgjørt og veruleikafjart heiti, sum neyvan fer at vinna frama.
Brúkið heldur gamla, góða orðið dekkari.
Reiðarafelagnum fyri farmaskip mælir heldur til, at heitið “dekkari” verður nýtt í staðin fyri “skipsatstøðari”. “Skipsatstøðari” virkar eftirgjørt og veruleikafjart og fer neyvan at vinna frama, sigur Reiðarafelagið fyri farmaskip í hoyringarsvari til Mentamálaráðið.
Felagið heldur tað eisini hava týdning, at fulltiknir dekkarar eftir verandi reglum ikki verða noyddir at taka hetta grundskeiðið fyri at kunna halda fram í starvinum sum dekkari.
Grundskeiðið í skipsatstøðaraútbúgvingini skal geva næminginum grundleggjandi ástøðiligar og verkligar førleikar, so næmingurin er førur fyri at átaka sær alt fyrifallandi arbeiði á dekki og í maskinrúmi á skipi á tryggan og fullgóðan hátt.
Skeiðið varar hálvt ár.



























