Skuldsettur fyri at hótta

Skuldsettur fyri at hótta
Ungur maður við knívi leitaði eftir einum øðrum manni sunnunáttina
Ikki var grundarlag fyri grundlógaravhoyring, hóast ein maður, vápnaður við knívi, leitaði eftir einum øðrum manni í náttarlívinum í Havn
 
28.04.2014 - 08:23

Um tvey-tíðina sunnunáttina tók politiið ein ungan mann í Havn. Fráboðan var komin um, at maðurin leitaði eftir einum øðrum manni, sum hann, sambært fráboðanini, skuldi gera enda á.

Handtikni maðurin var ikki soleiðis fyri, at til bar at avhoyra hann alt fyri eitt. Hann varð koyrdur í kliva í Klaksvík at sova. Eftir døgurða sunnudagin varð hann so avhoyrdur. Maðurin hevði knív uppi á sær, tá hann varð tikin. Knívin hevur hann keypt á netinum, greiddi hann politinum frá. Politiið tók knívin frá manninum.

Maðurin varð latin leysur eftir avhoyringina. Mett varð ikki, at grundarlag var fyri at halda grundlógaravhoyring og krevja mannin varðhaldsfongslaðan. Ungi maðurin er tó skuldsettur fyri hóttan. 

Sambært politinum mintist maðurin ikki nógv frá sunnunáttini. Orsøkin til minnisloysið var ein blandingur av heilivági og rúsdrekka.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154