Skrivligt loyvi at skjóta grágás

Skrivligt loyvi at skjóta grágás
Løgtingið herdi lógarbroytingina, sum Fiskimálaráðið bað um
Skrivligt loyvi krevst frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, fyri at skjóta grágás
 
08.05.2014 - 09:13

Løgtingið tók undir við, at loyvt verður at skjóta grágás, sum setur seg á velt lendi. Men tingið herdi lógarbroytingina, sum Fiskimálaráðið bað um. 

Skrivligt loyvi krevst frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, fyri at skjóta. Og skjótast kann bara, um grundaðir trupulleikar kunnu ávísast. Ein treyt er, at myndugleikarnir fáa at vita, hvussu nógvar gæs eru skotnar, og myndugleikarnir skulu kunna fáa gæsnar til kanningar.

Vísindaligar teljingar

Løgtingið hevur eisini álagt landsstýrismanninum at skipa fyri kanningum og vísindaligum teljingum av grágæs.Og løgtingið samtykti eisini, at lógarbroytingin, sum gevur loyvi til at skjóta grágás, verður ikki galdandi í allar ævir, men bara í trý ár, til 1.juni i 2017.   

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659