Fjarhitafelagið nýggja umhvørvisgóðkenning

Fjarhitafelagið nýggja umhvørvisgóðkenning
Tað hevur Umhvørvisstovan gjørt av, eftir at hava viðgjørt eina klagu
 
14.05.2014 - 09:08

Fjarhitafelagið hevur fingið nýggja umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina í Klingruni í Hoyvík. Tað kunnger Umhvørvisstovan.

Hitamiðstøðin er ískoytishitamiðstøð. Hon skal gera hita, tá orkunýtslan í fjarhitaskipanini er størri enn orkan, sum Elverkið á Sundi, Brennistøðin á Hjalla og Hitamiðstøðin á Hjalla kunnu veita.

Umhvørvisstovan gav umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina í 2009. Men tann góðkenningin varð kærd. Tað gjørdu Eigarafelagið inni á Gøtu og Eigarafelagið Hoyvíkshædd, sum mettu, at støðin fór at dálka luftina í grannalagnum.

Í landsstýrinum varð kæran tikin til eftirtektar. Landsstýrið bað Umhvørvisstovuna viðgera málið av nýggjum. Tað var í juni 2010.

Í viðgerðini av nýggju umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at hitamiðstøðin gagnnýtir spillorku frá ymsu keldunum so væl sum gjørligt. Roykurin frá hitamiðstøðini skal ikki vera heilsuvandi ella til ampa hjá fólki í nærumhvørvinum.

Fjarhitafelagið skal fyribyrgja, at olja og onnur umhvørvisdálkandi evni fara út í umhvørvið. Og óljóð, ristingar og geislingar frá hitamiðstøðini skulu avmarkast sum mest.

Umhvørvisstovan sigur, at samanborið við upprunaligu ætlanina er verkætlanin broytt soleiðis, at støðin hevur ein 10 MegaWatt el-ketil og heittvatnstanga heilt frá byrjan.

Hon hevur eina 6,5 MegaWatt oljufýring at byrja við, men kann tó hava upp til tríggjar. Nú skal hitamiðstøðin brenna gassolju, ikki miðaltjúkka tungolja.

Skorsteinurin er hækkaður úr 20 upp í 25 metrar í minsta lagi. Og greitt er ásett, hvussu nógvar tímar, hitastøðin kann brenna um árið.

Men, leggur Umhvørvisstovan afturat, við góðum grundgevingum kann hon fáa undantaksloyvi at brenna meira enn 1000 tímar um árið.

Nýggja góðkenningin kann kærast til Fiskimálaráðið. Kærufreistin er til 4.juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290