Føroyskir fyritíðarpensjónistar verri fyri

Føroyskir fyritíðarpensjónistar verri fyri
Annika Olsen, landsstýriskvinna ætlar at loysa málið
 
14.05.2014 - 08:40

Fyritíðarpensjónistar í Føroyum hava ikki somu treytir sum borgarar í Norðurlondum annars hava, tá flutt verður millum londini.

Sambært norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd frá 2003, hava fyritíðarpensjónistar, sum flyta úr einum Norðurlandi til annað Norðurland ella til eitt land í ES, rætt til at fáa ta pensjón, tey fingu í landinum, tey flyta úr.

Men hetta er ikki galdandi í ríkisfelagsskapinum, tí har er ein donsk lóg frá 1995 oman fyri norðurlendska sáttmálan.

Tað svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinnu, Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, síðst í desember í fjør.

Og sama svar hevur Høgni Hoydal, løgtingsmaður, fingið nú í mai í ár.

Annika Olsen svaraði Kára P. Højgaard, at hon var sinnað at tosa við danska ráðharran í almannamálum um eina avtalu millum Føroyar og Danmark um rættindini hjá fyritíðarpensjónistum.

Nú svarar hon Høgna Hoydali, at hon hevur biðið um fund við Manu Sareen, ráðharra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923