Thor kærir Heilsufrøðiligu til Vinnukærunevndina

Thor kærir Heilsufrøðiligu til Vinnukærunevndina
Felagið heldur fast um, at tað ikki bar til at frysta stóra fiskin umborð á Ran í blokk
 
15.05.2014 - 11:45

Partafelagið Thor hevur avgjørt at kæra Heilsufrøðiligu starvsstovuna til Vinnukærunevndina.

Tað ger felagið eftir at Heilsufrøðiliga starvsstovan staðfesti forboðið fyri at selja okkurt um 80 tons av heilfrystum toski, sum Ran hevði við av Flemish Cap fyrst í apríl, til matna. 

Hesin parturin av lastini var so stórur og feitur toskur, at ikki bar til at frysta hann í blokk, er frágreiðingin hjá Thor. Thor helt uppá, at fiskurin er fyrsta floks.

Fiskurin liggur á frystigoymslu í Klaksvík.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kolldømdi fiskin sum mannaføði, tí hann, sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni, ikki er viðfarin rætt.

Og Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur fast við sítt eftir at avgerðin hevði verið til ummælis hjá Thor.

Nú hevur Thor so avgjørt at kæra avgerðina til Vinnukærunevndina, sigur Hans Andrias Joensen, stjóri í Thor.

Teir hjá Thor vóru i øðini, tí Norðlýsið var um borð á Ran og tók myndir av lastini, tá Ran kom til Klaksvíkar fyrst í apríl.

Myndirnar vórðu almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

Í tíðindaskrivi 3.apríl segði Thor seg kanna, um rættast var at melda Norðlýsið fyri ólógliga at hava útvegað sær atgongd til eitt skip hjá Thor, ella um rættast var at taka onnur stig.

Hans Andrias Joensen hevur onga viðmerking um hetta í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454