Miseydnaða landsroyndin kostar 350.000 kr.

Miseydnaða landsroyndin kostar 350.000 kr.
Landsroyndirnar í fólkaskúlanum í ár kosta næstan 800.000 kr. Miseydnaðu talgildu landsroyndirnar hjá 4. flokki og 6. flokki kosta 350.000 kr.
Talgildar landsroyndir verða næsta ár, ætlar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Fyrsta talgilda landsroyndin, ið skuldi vera 28. apríl, miseydnaðist (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: KvF

19.05.2014 - 17:58

Landsroyndirnar vórðu ikki avlýstar, hóast ikki bar til at brúka teldurnar í fyrra umfari. Tær verða í staðin fyri gjørdar við penni og pappíri nú í vikuni, 20., 21. og 22. mai.

Hetta ger, at uppgávurnar skulu prentast, berast út og rættast. Væntandi fer tað at kosta okkurt um 350.000 kr., sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu.

Fyri at menna og gera talgildu landsroyndirnar í skúlaárinum 2013-2014 hevur Mentamálaráðið brúkt okkurt um 430.000 kr.

Framvegis ætlan at hava talgildar landsroyndir

Talgildu royndirnar miseydnaðust, tí sambært frágreiðing frá veitara byrjaði ein dagføring av ambætaranum, sum hýsti forritinum hjá Mentamálaráðnum, samstundis sum landsroyndirnar byrjaðu.

Hetta gjørdi, at skipanin varð overvað, helt uppat at virka, og sambandið við telduskipanina hvarv. Tí vórðu royndirnar avlýstar. Bjørn Kalsø sigur, at ætlanin er framvegis, at landsroyndirnar skulu vera talgildar næsta ár.

Tá verður skipanin royndarkoyrd í fleiri umførum á brúkarastøði fyri at tryggja, at skipanin riggar, tá landsroyndirnar verða hildnar, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290