Bakkafrost gott úrslit fyrsta ársfjórðing

Bakkafrost gott úrslit fyrsta ársfjórðing
Bakkafrost hevði 87 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fyrsta ársfjórðingi í ár. Stjórin í alifyritøkuni er væl nøgdur við úrslitið
Bakkafrost hevði 87 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fyrsta ársfjórðingi 2014
Mynd: KvF  
 
20.05.2014 - 10:58

- Vit eru sera væl nøgd við úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing 2014. Lívfrøðiliga gongdin er góð, og høgi laksaprísurin setti sín dám á úrslitið, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.

- Útlitini fyri árið eru hampiliga góð, laksamarknaðurin er sterkur og sáttmálarnir hjá okkum fyri 2014 eru á einum munandi hægri stigi enn í 2013. Vit meta tó, at prísurin á laksi verður lægri í summar og í heyst, sigur stjórin.

SÍ EISINI Yvirlit: Hetta fáa partaeigararnir hjá Bakkafrosti

Útboðið av laksi veksur tíggju prosent í ár, og tað ávirkar prísin. Alideildin fekk 20 krónur og níggju oyru fyri kilo av laksi í fyrsta ársfjórðingi. Hetta er besta úrslit, felagið hevur havt.

Bakkafrost tók 9.269 tons av kruvdum laksi í fyrsta ársfjórðingi og sjósetti tríggjar milliónir smolt. Bakkafrost væntar at taka 45.000 til 48.000 tons av kruvdum laksi í ár.

SÍ EISINI Kinverjar dáma væl laksin hjá Bakkafrost

Felagið hevur gjørt sølusáttmálar, sum svara til 75-80 prosent av framleiðsluorkuni hjá virkjunum á Glyvrum og í Fuglafirði, sum gera lidnar vørur.

Bakkafrost leggur afturat, at løgtingið samtykti 8. mai ein eyka skatt á alivinnuna, sum kom í gildi 1. januar í ár. Tí skal Bakkafrost gjalda fimm milliónir krónur meira í skatti fyri fyrsta ársfjórðingin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595