Lærarar í Føroyum gevast um 60 ára aldur

Lærarar í Føroyum gevast um 60 ára aldur
Lærarar um tey seksti hvørki orka ella hava hug til at læra seg alt tað nógva nýggja, sum er komið inn í fólkaskúlan seinnu árini
Lærarar í Føroyum gevast um 60 ára aldur, tí teir hvørki orka ella hava hug at læra seg alt tað nýggja, ið er komið innan skúlagátt (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: KvF  
 
21.05.2014 - 09:20

Serliga í ár síggja vit, at nógvir fólkaskúlalærarar rýma 60 ára ella stívliga 60 ára gamlir, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum við Skúlablaðið.

Tænastumannasettir lærarar hava enn møguleikan at fara frá við eftirløn, tá teir fylla 60 ár. Seinastu fáu árini hava nógvir lærarar, sum eru um 60 ára aldur, takkað fyri seg í fólkaskúlanum.

- Orsøkin er, at hesir lærararnir ikki hava orku ella hug til at seta seg inn í alt tað nógva nýggja, sum er komið inn í skúlan seinnu árini. Fyri fáum árum síðan sóu vit, at lærarar vóru um pensjónsaldur, 67 ár, tá teir valdu at gevast.

- Nú er gongdin broytt, og lærarar vilja frá nakað væl, áðrenn teir koma til pensjónsaldurin. Serliga í ár síggja vit, at nógvir lærarar rýma úr fólkaskúlanum, tá teir fylla 60 ella nøkur og 60 ár, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

Lærarar ræðast ikki nýggjar avbjóðingar

Formaðurin í Lærarafelagnum heldur tó ikki, at lærarar sum heild ræðast nýggjar avbjóðingar, tvørturímóti.

- Men trupulleikin er, at ymiskt nýtt verður sett í verk, uttan at orka og tíð verða sett av at fáa hetta at virka. Tað verður bara smoygt yvir høvdið á lærarunum. Nógvir ungir lærarar halda eisini, at pappírsarbeiðið er blivið alt ov stórur partur av lærarastarvinum. Og skúlaleiðslurnar eru so upphongdar av undirvísing og praktiskum uppgávum, at tær hava ikki orkuna og tíðina at fáa nýggju tiltøkini at virka, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

- Tí er tað uppgávan hjá Mentamálaráðnum at síggja til at læra lærararnar at brúka alt tað nýggja, men tað ger Mentamálaráðið bara í sera lítlan mun. Førleikamenning á staðnum átti at verið ein partur av ársverkinum hjá lærarum, sum leiðslan stendur fyri ella fekk tey røttu fólkini at standa fyri, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203