Tíggju ára gomul træta um WTO skal loysast nú

Tíggju ára gomul træta um WTO skal loysast nú
Ein serstøk nevnd verður sett at viðgera ósemjuna millum danskar og føroyskar myndugleikar um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, í forsætismálaráðnum, tá áheitan á Hægstarætt var undirskrivað.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.01.2025 - 13:26

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava fyrrapartin skrivað undir felags áheitan á Hægstarætt um formliga at seta sokallaðu grein 6-nevndina í heimastýrislógini at loysa ósemjuna millum danskar og føroyskar myndugleikar um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum.

- Trætan hevur verið í tíggju ár, og hon skuldi helst verið loyst politiskt, sigur løgmaður. 

 

Sí videobrot frá undirskrivingini her:

 

Aksel_Mette_video

 

Arbeitt síðani í summar

Løgmansskrivstovan og forsætismálaráðið hava síðani í summar arbeitt við at fyrireika, hvussu nevndin skal mannast, og hvussu hon skal virka, og nú er so skrivað undir felags áheitan á Hægstarætt um formliga at seta nevndina.

Nevndin skal taka støðu til spurningin: Er limaskapur Føroya í egnum navni í World Trade Organization, WTO, sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya?

Føroyar hava leingi viljað fingið sjálvstøðugan limaskap í WTO, men løgfrøðingar í danska løgmálaráðnum hava sagt, at slíkur limaskapur er í stríði við grundlógina.

Føroyskur limaskapur hevur stóran týdning fyri føroyskan útflutning og fyri møguleikan at gera fríhandilsavtalur við onnur lond. 

 

(Myndir: Ritzau Scanpix)

 

164 limalond

Samanlagt hava 164 lond limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, WTO, sum er ein millumtjóða felagsskapur,  sum var stovnaður í 1995.

Í sambandi við ríkisfundin í Aalborg seinasta summar samdust løgmaður og danski forsætisráðharrin um, at spurningurin um føroyskan WTO-limaskap skuldi roynast í einari serligari nevnd, sambært grein 6 í heimastýrislógini.

Hetta var gjørt, eftir at landsstýrið hevði fingið undirtøku frá einari samdari uttanlandsnevnd

Landsstýrið og danska stjórnin hava, hvør í sínum lagi, valt tvey umboð í nevndina. Í næstum verður kunngjørt, hvørji umboðini í nevndini eru.

Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við Aksel V. Johannesen, løgmann, í útvarpstíðindunum: 

 

10012025_Aksel_til_net


Sjónvarpið hevur eyka tíðindasending klokkan 15 um ríkisfundin. Sendingin verður eisini stroymd á netinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498