- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup Reinert Hansen í Vangamyndini
Jákup Reinert Hansen í Vangamyndini
Sandoyarprestur seinastu 32 árini fer nú í starv sum lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetrinum

23.05.2014 - 13:12
Vangamyndin í Degi&Viku í kvøld er Jákup Reinert Hansen, prestur í Sandoyar prestagjaldi. Um tríggjar mánaðir tekur hann við nýggjum starvi sum lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri Føroya
Í meira enn 30 ár hevur hann verið prestur í Sandoynni, men í heyst gongur leiðin úr prestagarðinum heima á Sandi norður til Havnar í skrivstovu á Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncksgøtu, har hann millum annað skal undirvísa nýggjum prestum í føroyskari kirkjusøgu og kirkjurætti.
Fyri sjey árum síðani gjørdi Jákup Reinert Hansen eina roynd at skifta starvið sum prestur út við biskupsembætið, men tað starvið fekk Jógvan Fríðriksson.
Jákup Reinert Hansen fer at tosa um nýggja starvið, biskupsvalið fyri sjey árum síðani og tað at skula siga farvæl við eitt prestagjald, sum hann hevur røkt í samfull 32 ár.
Solby Christiansdóttir er vertur í Vangamyndini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























