- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uffe Elbæk stovnar nýggjan flokk

Mikudagin fer Uffe Elbæk, fyrrverandi mentamálaráðharri og limur í flokkinum "De radikale", at leggja fram ætlaninar við flokkinum.
Við miðlarnar sigur hann í dag, at , "Um vit vilja, at børn og abbabørn okkara skulu hava somu møguleikar, sum vit hava havt, so kunnu vit ikki framvegis lata eyguni aftur. Samfelag okkara er á veg út av eggini við okkara yvirforbrúki og skilaleysu nýtlsu av tilfeinginum á jørðini."
Uffe Elbæk varð 5. desember 2012 koyrdur frá sum mentamálaráðharri, og samstundis tók Marianne Jelved yvir tann sessin. Hetta hendi eftir nógvum atfinningum av fleiri tiltøkum á skúlanum AFUK, har hann hevði verið í skúlastýrinum.
Uffe Elbæk limaði seg úr "De Radikale" í september 2013. Longu tá hevði hann ætlanir um at seta á stovn ein nýggjan flokk.
Kelda: www.b.dk


























