- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formaðurin skal verða úr andstøðuni

Tað siga Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum og Kári P Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum í álitinum hjá Vinnunevndini um uppskotið til samtyktar hjá Johan Dahl, landsstýrismanni.
Tey siga tað vera púra avgerandi, at fult álit er á, at grein 19 nevndin, hóast hon verður politiskt sett, virkar óheft.
Tí er tað stak óheppið, um samgongan hevur bæði meirilutan og forkvinnuna ella formannin í nevndini.
Tá avger samgongan eisini, hvør verður skrivari og løgfrøðiligur ráðgevi hjá nevndini, siga andstøðufólkini í Vinnunevndini.
Løgtingið samtykti einmælt mikudagin at seta eina grein 19 nevnd við trimum tingfólkum at kanna Eik grunnin frá 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai 2014.


























