- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eg fari ongan veg

Jørgen Niclasen sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær. Og hann dugur heldur ikki at síggja, hví hann skuldi lagt frá sær.
Fleiri viðmerkingar hevur hann ikki í dag.
Makrelur og kommunurnar á skránni
Samgongan hevur nøkur stórmál at avgreiða nú í summar, so sum avtaluna við kommunurnar um, hvussu nógvar pengar, tær fáa frá landinum fyri at taka eldraøkið.
Harafturat skal makrelkvotan býtast og tað sama kvotan av norðhavssild, sum tó ikki er ásett enn.
Men tollmálið elvir til so nógvan ófrið í samgonguni, at nøkur í samgonguni halda, at friður verður ikki, fyrr enn Jørgen Niclasen er farin úr landsstýrinum.
Kann koyra Jørgen frá
Sigur løgmaður formanni Fólkafloksins úr landsstýrinum, kann Fólkaflokkurin sjálvandi seta onkran annan í landsstýrið. Slíkt er hent fyrr, til dømis, tá løgmaður, tann sami sum nú, koyrdi Jákup Mikkelsen úr starvinum sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Men Jørgen Niclasen er formaður Fólkafloksins og sterki leiðari floksins. Hann er ikki hvør sum helst í føroyskum politikki.
Tað verður tí ein herskin biti hjá honum og flokkinum at svølgja, um løgmaður tekur landsstýrissessin frá honum.
Men á hinari skálini liggur óttin hjá Fólkaflokkinum fyri, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin sleppa fram at at stýra landinum beint nú, áðrenn valskeiðið er liðugt um stívliga eitt ár.
Kann halda fram í løgtinginum
Fer Jørgen Niclasen úr landsstýrinum, fer hann aftur í løgtingið.
Og heldur samgongan fram, er spurningurin so, um tey í samgonguni, sum ikki halda, at Jørgen Niclasen er egnaður at vera landsstýrismaður eftir tað, sum hann gjørdi í tollmálinum, halda hann vera egnaðan at vera í løgtinginum, sum hevur størri tign enn landsstýrið.
Mánadagin verður kanska greiðari enn nú, hvør lagnan hjá samgonguni verður.
Fundur um støðuna
Mánadagin fer tingmanningin hjá Sambandsflokkinum at hava fund um støðuna.
Sambandsflokkurin er í tvíningum og tað er triði samgonguflokkurin, Miðflokkurin, eisini.
Tveir tingmenn hjá Sambandsflokkinum og annar hjá Miðflokkinum, sjálvur formaður floksins, atkvøddu mikudagin fyri uppskotinum hjá andstøðuni um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum.
Men mikudagin fyri atkvøðugreiðsluna um misálitið bað ein samd tingmanning hjá Sambandsflokkinum sín egna formann, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um at biðja Jørgen Niclasen leggja frá sær.
Tað gjørdi løgmaður eisini, men landsstýrismaðurin segði nei.
Áheitan um at koyra Jørgen Niclasen frá
Mánadagin fær løgmaður so, sum skilst, eina áheitan um at brúka hin møguleikan, sum rætt og slætt er at geva Jørgeni Niclasen sekkin, koyra hann úr landsstýrinum.
Løgmaður hevur sagt, at tað ger hann bara, um tað aftur verður ein samdur tingbólkur, sum biður hann um tað.
Ikki er greitt, um øll tingmanningin hjá Sambandsflokkinum vil hava Jørgen Niclasen koyrdan frá. Mikudagin vóru teir bara tveir, Helgi Abrahamsen og Reimund Langgaard. Hini vildu fyrst vita, um Jørgen Niclasen vildi fara við góðum.
Sjálvur hevur Kaj Leo Holm Johannesen sagt oftari enn eina ferð, at hann hevur fult álit á Jørgeni Niclasen.
Men gevur løgmaður formanni Fólkafloksins boð um at fara úr landsstýrinum, kann ein avleiðing gerast løgtingsval í summar.
Og tað vil løgmaður helst ikki hava.
Landsstýrið kann tó halda fram sum ein minnilutastjórn, um Fólkaflokkurin fer úr, og seta álitið á aðrar flokkar í tinginum, ella fáa onkran flokk upp í samgonguna.
Tá løgmaður koyrdi Kára P. Højgaard, formann í Sjálvstýrisflokkinum, úr landsstýrinum, tí hann elvdi til so nógvan ófrið í samgonguni, fór Sjálvstýrisflokkurin úr samgonguni, sum kortini varðveitti meirilutan í løgtinginum.



























