- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sara Olsvig er nýggj forkvinna í IA

Sara Olsvig fekk 37 atkvøðuratkvøður, meðan mótvalevni Aqqaluaq B. Egede fekk 35 atkvøður. Sara Olsvig vann sostatt valið til forman sera tepurt. Tað skrivar tíðindaportalurin Sermitsiaq.
Í valstríðnum hevur Sara Olsvig lagt dent á vælferðarpolitik, fiskivinnupolitik, ráevnisíðnaðin í Grønlandi og bygdamenning.
Mótvalevni Aqqaluaq B. Egede hevur seinastu tveir mánaðirnar verið virkandi formaður í IA. Fyrrverandi formaðurin Kuupik Kleist, sum hevur staðið á odda fyr flokkin seinastu sjey árini, legði frá sær 31. mars í ár.
Nýgggja starvið sum leiðari hjá landsins størsta andstøðuflokki hevur við sær, at 35 ára gamla Sara Olsvig nú gevst sum fólkatingslimur.



























