Gentur ella dreingir: Hvør er klókari?

Gentur ella dreingir: Hvør er klókari?
Mentamálaráðið átti at kannað próvtøluni hjá 9. floks næmingum og gjørt tey upp eftir kyni, heldur Maria V. Hansen, nevndarlimur í Lærarafelagnum
 
01.06.2014 - 14:43

Dreingirnir duga at rokna og genturnar duga at stava. Ella er tað nú eisini so?  

Maria V. Hansen, Nevndarlimur í Lærarafelagnum,  heitir nú á Mentamálaráðið um at kanna próvtølini hjá 9. floksnæmingunum, sum í hesum døgum fara til próvtøkur  og gera tey upp eftir kyni, hetta fyri at fáa roynt pástandin um, at genturnar duga betur mál og dreingirnir støddfrøði. 

 

- Tað verður hildið, at gentur klára seg betur til skrivligu próvtøkurnar innan mál, meðan dreingir klára seg betri innan støddfrøði. Tað kundi verið sera áhugavert at sæð miðalmetini hjá báðum kynunum í teimum ymisku lærugreinunum. Meg minnist ikki at hava sæð eitt yvirlit, sum vísir úrslitið av skrivligu 9. floks próvtøkuni hjá ávikavist gentum og dreingjum, sigur Maria V. Hansen við skúlablaðið. 

 

- Eg vil heita á Mentamálaráðið at gera eitt slíkt yvirlit. Um tað vísir seg, at stórur munur er millum kynini innan lærugreinirnar, kundi ein hugt eftir, hvør orsøkin til hetta er. Kann vera, at uppgávurnar ikki eru kynsneutralar, ella at tað er frálæran innan lærugreinina, sum er óheppin. Hetta er ein uppløgd granskingaruppgáva hjá Setrinum at farið í gongd við at útgreinað. Okkum tørvar gransking innan fólkaskúlan, gransking, sum vísir okkum, hvat er gott, og hvat treingir at betrast, sigur Maria V. Hansen. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086