Føroyska sildakvotan verður 40.000 tons

Føroyska sildakvotan verður 40.000 tons
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur onga viðmerking til tíðindini
 
12.06.2014 - 07:41

Føroyska sildakvotan í ár verður 9,56 prosent, 40.000 tons. 

Talið er tó ikki váttað enn. 

9,56 prosent eru 4,40 prosentstig meira enn ES og hini strandarlondini upprunaliga vildu geva Føroyum, tí býtislykilin frá 2007 sigur, at Føroyar eiga 5,16 prosent.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ráðførdu seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum í gjár. 

Jacob Vestergaard hevur onga viðmerking til tíðindini. Landsstýrisfundur verður klokkan 11, og eftir tann fundin verður kunnað um avtaluna, sigur landsstýrismaðurin í fiskvinnumálum

Í trúnaði

Enn er tó eingin fráboðan komin frá landsstýrinum um sildakvotuna í 2014 ella um, at ES tekur boykottið móti Føroyum aftur og Føroyar taka gerðarrættarmálini móti ES aftur. Og ráðførslan í Uttanlandsnevndini var í trúnaði.

Við Vágaportalin sigur Jacob Vestergaard, at landsstýrisfundur verður um sildakvotuna kl.11.00 í dag. 

Men Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, kunngjørdi, sum hon segði: við gleði, í gjár, at ein avtala við Føroyar var komin undir land: Hon segði millum annað, at nú sleppa ES-skip í føroyskan sjógv at fiska, og føroysk skip kunnu aftur fiska í ES-sjógvi. Men enn er nógv arbeiði eftir at gera fyri at staðfesta endaliga og fremja avtaluna. 

Annars greiddi Damanaki frá avtaluni, sum var gjørd við Føroyar um sildakvotuna, ES-boykottið og gerðarrættarmálini. Og føroyski sildafiskiskapurin verður nú burðardyggur, segði hon eisini.

Óvist við hinum strandalondunum

Ikki er greitt enn, um hini strandarlondini, Noreg, Ísland og Russland, taka undir við, at Føroyar fáa størri sildakvotu.

Í september fara strandarlondini aftur at samráðast um norðhavssildina og kvoturnar í 2015. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611