Hesin bilurin kemur at avmynda Føroyar

Hesin bilurin kemur at avmynda Føroyar
Dátueftirlitið hevur fingið fráboðan frá Google, tí fyritøkan ætlar at avmynda allar Føroyar til Google Street View tænastuna á netinum
Føroyar verða nú skrásettar í verkætlanini Google Street View, har fólk kunnu ganga í gøtunum í Føroyum, men frammanfyri telduskíggjan. Dátueftirlitið hevur fingið eina umsókn frá Google, ið ætlar at avmynda allar Føroyar
Mynd: Google

14.06.2014 - 17:38

USA, Stóra Bretland, Týskland, Russland, Suður Amerika, Kanada, Italia, Ísrael, Portugal, Meksiko, Noreg, Spania, Suður Afrika, Tjekkia, Sveis, Thailand og Póland.

Google hevur longu avmyndað nógv lond í stóru verkætlanini Google Street View, har teldubrúkarar kunnu ganga í gøtunum í heimsins londum. Skjótt koma Føroyar eisini á alsamt vaksandi listan.

Milliardafyritøkan Google hevur ætlanir um at koma til Føroyar at avmynda landið, soleiðis at teldubrúkarar kring allan knøttin kunnu "ganga" ymsastaðni í Føroyum framman fyri telduskíggjan.

Dátueftirlitið fingið fráboðan

Google hevur longu sett seg í samband við Dátueftirlitið. Fyritøkan vil vita, hvussu hon skal bera seg at, nú Google hevur ætlanir um at koma til Føroyar at avmynda alt landið við serliga bilinum, sum fer at koyra runt.

Eitt nú vil Google hava at vita, um tað er nakað serstakt, fyritøkan skal hava í huga, við atliti til persónsupplýsingarlógina, nú milliardafyritøkan hevur ætlanir um at skráseta allar Føroyar í myndum.

Dátueftirlitið hevur svarað, at føroyska persónsupplýsingarlógin er galdandi, og at Google eigur at fáa sær eitt umboðsfólk í Føroyum. Dátueftirlitið mælir eisini til, at fráboðanir verða sendar út, so fólk vita, nær økið, har tey búgva ella ferðast í, verður avmyndað.

Kelda: Ársfrágreiðing hjá Dátueftirlitinum 2013

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097