Tollmálið: Nú stevnir Jørgen fyri ærumeiðing

Tollmálið: Nú stevnir Jørgen fyri ærumeiðing
Jørgen Niclasen hevur boðað frá, at hann hevur latið rættinum stevning í sonevnda tollmálinum, ið Kringvarpið og Portalurin hava viðgjørt
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, boðaði fyri løtu síðan frá, at hann hevur latið rættinum í sonevnda tollmálinum, ið Kringvarpið og Portalurin hava viðgjørt síðan á jólum 2013

16.06.2014 - 12:32

Landsstýrismaðurin stevnir Dia Midjord, stjóra í Kringvarpi Føroya, Liljuni Weihe, tíðindaleidara, og Jan Lamhauge, journalisti í Kringvarpinum, umframt Sveini Tróndarsyni, tíðindamanni, ið hevur starvast á Portalinum.

Tað er dekningurin av sonevnda tollmálinum, sum Jørgen Niclasen stevnir um. Samstundis hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um at taka aftur sína kæru til Fjølmiðlanevndina.

SÍ EISINI Jørgen umhugsar at stevna fyri ærumeiðing

Jørgen Niclasen sigur, at orsøkin er, at hann ikki heldur, at Fjølmiðlanevndin virkar sum hon skal, og tí landsstýrismaðurin ikki heldur, at Kringvarpið hevur virðing fyri nevndini.

Jørgen Niclasen sigur í tíðindaskrivinum, at hann ikki fer at gera viðmerkingar til rættarmálið, so leingi málið liggur í Føroya rætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847