Nú er aftur fiskaarbeiði í Vestmanna

Nú er aftur fiskaarbeiði í Vestmanna
Virkið hevur keypt tosk frá Sjagakletti, sum var á Flemish Cap í vetur
 
18.06.2014 - 15:07

Í einar tvær vikur hevur fiskaarbeiði verið aftur á flakavirkinum í Vestmanna.

Virkið hevur keypt nakað av toski frá frystitrolaranum, Sjagakletti, sum var á Flemish Cap í vetur.

Skera flak

Eyðun Olsen, virkisleiðari sigur, at toskurin verður skorin til flak. Arbeitt hevur verið í tvær vikur, og um 25 fólk eru til arbeiðis. At tey eru farin at skera flak er nýtt hjá felagnum.

Eitt felag keypti flakavirkið í Vestmanna frá Faroe Origin fyri trimum árum síðani, eftir at Faroe Origin yvirtøk ognirnar hjá Faroe Seafood, og ætlanin hevur alla tíðina verið at arbeiði aftur skuldi vera á virkinum í Vestmanna. Sjagaklettur var á Flemish Cap í vetur. Nakað av fiskinum varð umskipaður í Ný Foundlandi og sendur til Føroya í bingjum, meðan skipið hevði frysta fiskin frá seinasta túrinum við til Føroya.

Ein roynd

Talan er um eina roynd, og tíðin fer at vísa, um virkið fer at keypa meira fisk til virkingar, sigur Eyðun Olsen. Í Vestmanna er eitt lítið uppsjóvarvirki, og tað hoyrir saman við flakavirkinum.

Síðani virksemið byrjaði fyri trimum árum síðani, hevur tað virkið tikið ímóti bæði makreli og sild, og tað er eisini ætlanin at gera í ár, sigur Eyðun Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970