- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningarháttur lækkar framleiðslukostnaðin

Higartil hevur tað ikki verið møguligt at skilja siljafisk frá rognafiski (kallfiski frá kvennfisk ), fyrr enn fiskurin er vaksin. Men við servitan sum ílegugranskarar, granskingarstovnar og alifyritøkur í øðrum londum hava bygt upp, hava
granskarar á Fiskaaling ment ein kanningarhátt, sum í dag ger tað møguligt at staðfesta, um laksayngul er silja- ella rognafiskur.
Og hesin kanningarhátturin hevur stórar fíggjarligar fyrimunir fyri fyritøkuna, sigur Jonhard Eysturskarð, granskari á Fiskaaling. Tí hátturin ger, at Fiskaaling kann framleiða dupult so nógv rogn pr. ár enn teir gera í dag.
Hava bert brúk fyri rognafiski
Fiskaaling bert hevur áhuga í at framleiða rogn til alivinnuna, og hevur tískil bert brúk fyri rognafiskinum, og ikki siljafiskinum (kallfiskinum). Tað, at tað nu ber til at skilja siljafisk frá rognafiskinum, meðan fiskurin enn er yngul ger, fer at lækka framleiðslukostnaðin av rognum. Tað gevur eisini Fiskaaling møguleika at økja nøgdina av rognafiski á lívfiskastøðini í Skopun og tískil eisini nøgdina av rognum.
Stórur tørvur á rogni
Tørvurin hjá føroysku alivinnuni er í løtuni umleið 20 milliónir rogn, men alivinnan veksur og tørvurin á rognum økist støðugt. Lívfiskastøðin hjá Fiskaaling í Skopun hevur seinastu tíðina havt umleið 4.000 lívfiskar gangandi - 2.000 silja- og 2.000 rognafiskar pr. árgang. Hetta svarar til eina framleiðslu á umleið 13/15 milliónir rogn pr. ár. Men við nýggju servitanini kann Fiskaaling framleiða eini 30/35 mió. rogn pr. ár. Tað merkir, at Fiskaaling kann nøkta tørvin hjá føroysku alivinnuni og í framtíðini útflyta rogn.
Kelda: www.fiskaaling.fo


























