Grønlendingar farnir at fiska makrel

Grønlendingar farnir at fiska makrel
Tvey av skipunum hjá Polar Seafood verða riggað til í Føroyum og Íslandi
 
26.06.2014 - 09:33

Fyrstu grønlendsku nótaskipini eru farin at royna eftir makreli í Eysturgrønlandi, skrivar grønlendska kringvarpið.

12 av 21 skipum hava fingið loyvi at byrja fiskiskap.

52.000 tons

Grønlendska fiskiveiðueftirlitið sigur fyri kringvarpinum, at enn er mest talan um russisk skip, sum hava fingið loyvi at fiska makrel. Grønlendsku skipini hava fingið loyvi at fiska 52.0000 tons av kvotuni, sum er  tilsamans 100.000 tons.

Nevndarformaðurin í Polar Seafood sigur, at tey fara undir fiskiskap fyrsta dagin.  Polar Seafood hevur fingið loyvi at fiska 18.000 tons.

Polar Seafood ætlar, at fýra skip skulu fiska teirra makrelkvotu. Tvey av teimum verða riggað til í Íslandi og í Føroyum, og fara síðani til Eysturgrønlands. Haraftrat hevur felagið leigað eitt skip, men hvat fjórða skipið verður, er ikki greitt enn, upplýsir Polar Seafood.

Royal Greenland hevur eisini fingið makrelkvotu, men teirra ætlanir verða ikki almannakunngjørdar fyrr enn í næstu viku.

Góður royndarfiskiskapur

Royndarfiskiskapurin eftir makreli í grønlendskum sjógvi gekk væl í fjør. Kvotan var 65.000 tons, og av teimum vórðu 52.000 tons fiskað. Royal Greenland fiskaði 10.000 tons, skrivar felagið á heimasíðuni.

Tey níggju skipini, sum ikki enn hava fingið loyvi at fiska makrel í grønlendskum sjógvi, eru úr Russlandi, Íslandi, Føroyum og eini oyggj í Karbiska havinum, skrivar KNR.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945