Facebook kannar brúkarar uttan samtykki

Facebook kannar brúkarar uttan samtykki
Í einari kanning hevur Facebook manipulerað við, hvat fleiri av sínum brúkarum hava sæð á Facebook.
 
29.06.2014 - 16:02

Ein kanning, sum Facebook hevur gjørt av 700.000 brúkarum, vísir, at huglagið hjá brúkarunum ávirkast nógv av tí, sum onnur deila á Facebook. Tá tínir vinir deila jaligar søgur, deilir tú eisini jaligar søgur. Tá tínir vinir skelda og finnast at á Facebook, skeldar og finnist tú eisini at.

Kanningin hjá Facebook hevur verið fyri hørðum atfinningum í amerikonskum fjølmiðlum, tí tey, sum luttóku í kanningini, vistu ikki av, at Facebook brúkti tey í kanningini.

Í kanningini manipuleraði Facebook við, hvat brúkararnir sóu í sínum tíðindastreymi. Summir persónar sóu meir neiligar søgur, meðan onnur sóu mest jaligar søgur. Úrslitið var ein stórur munur í huglagnum á tí, ið brúkararnir deildu eftirfylgjandi.

Í USA hava brúkarar funnist harðliga at Facebook fyri at gera royndir við sínum brúkarum uttan at fáa samtykki frammanundan.

Facebook hevur tó tilskilað sær rættin til at gera tíllíkar kanningar. Tí brúkarar av Facebook hava samtykt treytirnar, sum Facebook virkar eftir. Harímillum er eisini eitt samtykki til, at Facebook kann brúka kunningina, sum tú leggur á Facebook, til gransking. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666