Belgisk fyritøka keypir Berlingske

Belgisk fyritøka keypir Berlingske
Sølan verður væntandi avgreidd um ársskiftið
 
30.06.2014 - 10:42

Danska miðlahúsið Berlingske Media fer nú á belgiskar hendur. Mecom hevur selt belgisku fyritøkuni De Persgroep Berlingske Media fyri góðar 1,8 milliardir krónur.

Við í søluni er niðurlendska miðlafyritøkan Wegener Media, sum Mecom eisini eigur. Treytin fyri søluni er, at partaeigararnir í Mecom góðkenna hana á aðalfundi seinni í summar, og at niðurlendsku kappingarmyndugleikarnir eisini góðtaka søluna, tí De Persgroep hevur frammanundan nógv miðlavirksemi í Niðurlondum.

Væntandi verður sølan avgreidd um ársskiftið

Umsetningurin hjá De Persgroep í fjør var 6,7 milliardir krónur, og rakstrarúrslitið var umleið 974 milliónir krónur.

Lisbeth Knudsen, ábyrgdarblaðstjóri og stjóri í Berlingske Media, sigur, at nú fyritøkan fer á belgiskar hendur verður møguligt at styrkja støðuna á danska marknaðinum og at menna fyritøkuna sum part av einum evropeiskum fjølmiðlasamtaki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815