Elektron hevði 20 mió. kr. í halli

Elektron hevði 20 mió. kr. í halli
Kjartan Thomassen er nú settur í fast starv sum stjóri í fyritøkuni
 
01.07.2014 - 08:19

Elektron nærum 20 milliónir krónur í halli í fjør.

Tað vísir roknskapurin hjá felagnum, ið júst er almannakunngjørdur.
 
Hallið í vanliga rakstrinum var umleið tríggjar milliónir, og kostnaðarføringar, sum felagið nevnir tað, gjørdu, at hallið var nærum 20 milliónir.

Við kostnaðarføringar meinar felagið við avskrivað goodwill, útreiðslur til størri verkætlanir og uppsagnarlønir.

Átta fólk uppsøgd

Átta fólk vóru uppsøgd í Elektron í 2013, og sølan hjá felagnum minkaði 10 milliónír. 

Landið og peningastovnarnir eiga Elektron, men seinastu árini hava peningastovnarnir flutt meginpartin av sínum kt-virksemi til útlendskar fyritøkur.

Felagið boðar frá, at fyribils-tjórin í Elektron síðani í februar mánað, Kjartan Thomassen, nú er settur í fast starv sum stjóri í Elektron.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114