Kanningar krevja eykajáttan

Kanningar krevja eykajáttan
Løgtingið biður løgtingið um pengar til kanningar hjá løgtinginum
Privata tunnilsloysnin verður kannað. Løgtingið hevur ikki pengar í fíggjarætlanini fyri 2014 og fer at biðja um eykajáttan
 
07.07.2014 - 07:53

Formansskapurin í løgtinginum noyðist at biðja løgtingið um eykajáttan til tvær kanningar, sum løgtingið hevur sett í gongd.

Formansskapurin samtykti fyri einari viku síðani at biðja um eykajáttan í ár til grein 19 nevndina, sum kannar Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, og til kanningarstjóran, sum kannar lutin hjá Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum, og hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í ætlanin um privata Eysturoyartunnilin.

Harafturat er neyðugt at keypa nýggja útgerð til løgtingssalin, og til hennara verður eisini søkt um eykajáttan, sæst í gerðarbókini hjá formansskapinum.

Har verður tó ikki upplýst, hvussu nógvar pengar, formansskapurin fer at biðja um í eykajáttan.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, kundi heldur ikki upplýsa talið, tá vit spurdu hann fyrrapartin. 

Løgtingsformaðurin sigur, at neyðugt er longu í ár at fáa tingfólki nýggja útgerð til eitt nú atkvøðugreiðslurnar, tí verandi útgerð er ov svikalig. 

Løgtingið hevur tilboð frá donskum veitara um nýggja tøkniliga útgerð til løgtingsfólk.

  


  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161