- Tíðindi, mentan og ítróttur
Váttað: Voyager er í interstellara rúminum

Voyager 1 hevur nú ferðast so langt út í rúmdina, at tað hevur slept okkara sólarskipan og er nú á veg út í ta tómu rúmdina.
Tað var fyri einum ári síðani, at rúmdargranskarar kunngjørdu, at mátingar frá Voyager 1. góvu eina ábending um, at rúmdarfarið var á veg út úr Heliospheruni, ið er økið, har løddir bitlar og magnetøki frá sólini kunnu mátast, og út í ta interstellara rúmið, har okkara stjørna, Sólin, missir sína megi.
Voyager er nú á veg út í Oortskýggið, sigur rúmdarvísindamaðurin Don Gurnett.
Video um Voyager ferðirnar
Oortskýggið er eitt øki langt burtur frá sólini, har smástjørnur og halastjørnur ferðast. Rúmdargranskarar vita ikki, hvussu leingi tað fer at taka Voyager 1 at ferðast ígjøgnum Oortskýggið, men mett verður, at tað fer at taka millum 14.000 og 28.000 ár.
Voyager 1. varð sent út í rúmdina í septembur 1977, og tvær vikur seinni varð systurrúmdarfarið Voyager 2 sent út. Rúmdarførini hava sent túsundtals myndir av fjarum gongustjørnum, so sum Jupiter, Saturn, Uranus og Neptun, og fleiri av mánum teirra niður aftur til jørðina.
Voyager 1 hevur ferðast meira enn 19 milliardir kilometrar frá jørðini og er tann manngjørdi luturin, ið er longst burtur frá Jørðini. Rúmdarfarið verður virkið til ár 2025, tí tá brenna lítlu kjarnorkureaktorarnir út.
Kelda: www.space.com





















