Eitt annað lív

Eitt annað lív
95 ára gamli Jóan Pauli Næs úr Nesi í Hvalba greiðir livandi frá barnaárum, sjólívi og øðrum, og vit eru saman við honum í barnaheiminum úti í Nesi í Hvalba
95 ára gomlu greiðir frá minnum úr sínum egna lívi
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
21.09.2026 - 18:15

Frá ungum hevði Jóan Pauli Næs stóran áhuga fyri motorum og jarni, og tí fór hann ungur á Tórshavnar Skipasmiðju at læra. Hann var eisini til skips við Drátti, sum var dampdrivin trolari. Jóan Pauli var bæði maskinmaður og fýrbøtari og hann greiðir frá kunstinum at vera fýrbøtari. Honum dámar eisini væl at tosa um tíðina við skonnartini Hvítubjørn tá teir vóru í Grønlandi og róðu út frá skipinum við bátum, seks- og áttamannaførum, og fingu ómetaliga nógvan fisk.

Síðani Jóan Pauli varð pensioneraður sum 74 ára gamal hevur hann brúkt nógva tíð í arbeiðsrúminum í kjallaranum á Neystabøi, har hann evnar nógvar lutir til -  grindaknívar, skóhorn og mangt annað.

Í sendingini greiðir Jóan Pauli eisini livandi frá barnaárunum úti í Nesi. Har vóru nógvir óvitar og fjøran, bøurin og hagin og øll náttúran vóru teirra spælipláss.

 

1833677

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045